Leygardagin hevði Framsókn landsfund sín, og eftir fundin gjørdi fundarfólkið eina samtykt, har víst verður á eina nýggja leið í føroyskum politikki.
Á fundinum var millum annað tosað um politikkin hjá sitandi samgongu. Og her tók landsfundurin fult undir við avgerðini hjá floksleiðsluni um ikki at fara uppí BAHD samgonguna. við Kaj Leo Johannesen á odda.
- Framsókn vil tó leggja alla orku í at samstarva við politisku skipanina soleiðis, at vit fáa tær alneyðugu nýskipanirnar framdar við breiðum og langtrøkkandi semjum, varð sligið fast.
Ein tann størsta politiska avbjóðingin í dag er fólkaflytingin úr Føroyum, og her er flokkurin sinnaður at gera okkurt fyri at venda hesi lagnugongd.
- Vit hava heilt einfalt ikki ráð til nakað annað. Seinastu 15 árini eru vit vorðin 2000 føroyingar færri millum 20 og 40 ár. Samstundis eru vit vorðin 5000 fleiri omanfyri 50 ár.
- Serliga unga fólki støðast ikki í Føroyum. Teimum tørvar kanska ikki tað føroyska samfelagið. Men samfelagnum tørvar í ólukkumát, at tey taka virknan lut í gerandislívinum og í samfelagsmenningini, verður tikið til.
Ein onnur avleiðing av at unga fólkið fer, er at tey vælbjargaðu, eldru fólkini flyta av landinum, tá tey nærkast pensjónsaldri, til børnini, ið longu eru flutt. Hendan gongd hevur tikið dik á seg við knappligu broytingunum viðvíkjandi skatting av pensjónum
- At enda verður tí sligið fast: - Bæði fólkið í Føroyum og føroyskt vinnulív hava fyri neyðuni aftur at kenna seg tryggan og hava álit á politisku skipanina, sigur Framsókn millum annað í fundarsamtyktini.
(Mynd: Væl av fólki var á landsfundinum í Østrøm leygardagin)