Tað eru listamennirnir Olivur við Neyst, Torbjørn Olsen og Eyðun av Reyni sum sýna fram. Tað eru uml. 30 málningar við á framsýningini, nærum allir eru nýggjir málningar, tó einstakir eldri málningar. Umleið helmingin av málningunum hevur Olivur við Neyst málað, meðan hina helvtina hevur Eyðun av Reyni og Torbjørn Olsen málað. Eisini eru einstakar vatnlitsmyndir við á framsýningini.
Olivur við Neyst sigur í stuttari viðmerking: “ Landslagið er framvegis frammaliga í hugaheiminum, tá tað snýr seg um myndevnið, tó soleiðis at eg framflyti og einfaldgeri motiv, sum eg áður havi nýtt.”
Listaverkini hjá Olivur, Torbjørn og Eyðun spæla væl saman, og onkusvegna styðja undir verkini hjá hvørjum øðrum.
Trýggir av okkara fremstu listamonnum hava latið eina spennandi framsýning úr hondum, sum avgjørt er verd at vitja, verður sagt í tíðindaskrivi frá Listaglugganum.
Framsýningin letur upp flaggdagin kl. 16.00.