Framsýning við heimsins fyrsta frímerki

Mánadagin 18. september kl. 20 hevur Føroya Filatelistfelag fund í Sjúrðagøtu 20.

Til henda fundin hevur felagið fingið fatur á fyrsta frímerki nakrantíð The Penny Black, sum var sýnt fram fyri almenninginum fyrstu ferð 10. januar 1840. Tað kom tó fyrst í brúk 6. mai 1840. Merkið ber mynd av kendu bretsku drotningini, Victoriu, sum ráddi frá 20. juni 1837 til sín deyða 22. januar 1901.
 
Maðurin, ið gjørdi hetta fyrsta merki æt Rowland Hill (1795-1879), og samstundis reformeraði hann allan postflutning.
 
Longu 8. mai, tveir dagar seinni, kom út næsta frímerki, nevniliga : Two- Pence Blue , eisini av drotning Victoriu.
 
Frá Føroya Filatelistfelag verður sagt, at fólk eru vælkomin inn á gólvið mánakvøldið at síggja hetta forkunnuga frímerki, sum er tað fyrsta nakrantíð.