Nú verður tað eitt sindur hugaligari at vera gamal á Tvøroyri.
Í næstum fáa tey pensjónistar á Tvøroyri nevniliga bæði dagtilhald og venjingarmiðstøð.
Tað fortaldi Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, á eldradegnum í Trongisvági leygardagin.
Hann helt, at eldrapolitikkur kundi býtast í tvey: Tað, sum landið gjørdi fyri tey eldru og tað, sum kommunan gjørdi.
Tað skein ígjøgnum hjá honum, at hann helt ikki, at landið røkti sína skyldu, tí landið hevur ábyrgdina av at byggja sambýli og røktarheim. Og hóast nógvar kommunur høvdu bygt sjálvar og sostatt sloppið landinum undan sínari ábyrgd, ætlaði Tvøroyrar Kommuna ikki at gera tað.
Sostatt fer Tvøroyrar Kommuna ikki at byggja eldrasambýli ella røktarheim, fyrrenn ábyrgdarbýtið ímillum land og kommunur á økinum, er broytt.
Hinvegin helt hann avgjørt, at kommunan gjørdi nógv fyri tey eldru.
?Tað er rættiliga gott samstarv ímillum Býráðið og tey eldru í kommununi, hóast tað sjálvandi altíð kann verða betri, segði hann.
Venjingarmiðstøð
Borgarstjórin á Tvøroyri greiddi teimum eldru frá, at kommunan nú hevði selt útgerðina, sum gamla venjingarmiðstøðin, Nautilus, hevði átt.
Kommunan keypti útgerðina á sinni, men hon hevur verið lítið og onki brúkt, so nú gjørdi kommunan av at selja.
Tað er fysioterapeuturin, Daniel Hofgaard, sum hevur keypt útgerðina.
Kristin Michelsen segði, at hann hevur greitt býráðnum frá, at hann ætlar at gera eina venjingarmiðstøð.
?Endamálið við hesum er, at eldri skulu kunna halda kroppin í venjing so at tey varðveita tann førleika tey hava, so leingi sum gjørligt.
-Hann segði, at hetta var eitt endamál, sum kommunan tekur fult undir við.
Borgarstjórin vísti á, at slíkar venjingarmiðstøðir vórðu nógv brúktar aðrastaðni og hann vísti eisini á, at tað er aldrin ov seint at byrja at venja.
?Ein sum er 87 ár, kann einsvæl venja skroppin um ein, ið er 37 ár. Tað tekur bara eitt sindur longri tíð!
Ov av tí, at Daniel er serkønur á økinum, og samstundis hevur ógvuliga drúgvar royndir, vera tey, sum fara til venjingar, í allarbestu hondum.
Eisini dagtilhald
Kristin Michelsen greiddi samstundis frá, at ætlanin er at gera eitt dagtilhald til tey eldru á Tvøroyri.
Hetta er ein ætlan, sum Anna Djurhuus á Tvøroyri hevur tikið stig til.
Dagtilhald eru ymsastaðni í landinum og nú kemur so eisini eitt á Tvøroyri.
Hetta verður eitt hølið, har tey eldru kunnu hittast um dagin til hugna og ymiskt ítriv.
? Hetta er eisini ein ætlan, sum Tvøroyrar Býráð tekur fult undir við, segði Kristin Michelsen