Framtøk í Suðuroy

   

Staddur á tingi, fríggjadagin 7. mars kl. 16, fekk eg boð frá Jóannesi Eidesgaard um, at fundur skuldi vera um fejuleguna á Trongisvágsfirði dagin eftir. Svarað varð Jóannesi, at fundurboðini høvdu alt ov stutt skotbrá til, at eg slapp suður tað kvøldið.
Tingfundurin endaði einar tríggjar tímar seinni, og eg var bundin av fundi í Havn dagin eftir.
Kl. 18.30 sama dag lýsti Suðuroyar Kunningarstova við hesum fundi, og sagt var í lýsingini, at tingmenn skuldu vera við á fundinum.
Tá fleiri framvegis sóknast eftir, hví eg ikki var við, skal eisini sigast frá, at Suðuroyar Kunningarstova hevði ikki biðið meg koma við á hendan fund.
Eyðun Eltør segði seg hava fingið fundarboðini eina viku frammanundan.
Vøkru náttúruna úti við Lítlu Hólmar eri eg sjálvandi varugur við, og royndi eg longu 7. nov. í fjør at broyta avgerðina um at leggja eina nýggja ferjulegu har á leiðini.
Skotið varð upp á samgongufundi, at fyri somu løgu, sum ætlað var til eina nýggja ferjulegu, kundu vit fáa eina felags almenna kommunala havn á Drelnesi, eina í Vági og koma hálva leið fram millum Øravík/Hov.
Framlagda fíggjarlógaruppskotið fevndi tá bara um samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði, og endin varð, at allar tríggjar verkætlaninar vóru samtyktar í desember á fíggjarlógini 2003.
Tað var ivaleyst skilagott, at Jóannes Eidesgaard, Johan Dahl og Hendrik Old fóru suður við Eyðun Eltør at kunnað seg um umstøðurnar har, og kann eg bara harmast um, at mær ikki untist høvi til at vera við.
Á kyndilsmessu handaði eg landsstýrismanninum eitt skrivligt tilmæli um ger av Øravíkar Hov tunlinum samsvarandi uppskoti eg fekk frá NCC. Hesum skrivliga tilmæli hevur landsstýrismaðurin ikki svarað mær enn, og er tað eisini handað nevndarlimunum í vinnunevndini.
Tá tað ikki er á hvørjum degi, at landsstýrismaður fær uppskot um at strika vegagerð fyri 42 mió.kr., og fáa tunnil fyri tveir triðingskostnað av upprunaætlan, vænti eg mær reiðiliga skjótt svar upp á hetta skrivliga tilmæli mítt.
Sum skilst, so eru menn farnir undir nýggjar kanningar av einum máli, ið var klárt at leggja á tingborð. Helst tí, at ásannað varð, at upprunaliga ætlanin ikki var nóg skilagóð.
Hví almennar kostnaðarmiklar kanningar í heila tikið skulu gerast av eini verkætlan, ið kann útbjóðast fyri fastan kostnað, skiljið eg hinvegin ikki rættiliga.
Svarð varð lovað eftir 2 vikum. Nú 6 vikur eru farnar, man svarið liggja nakað nær.
Samferðsluhavnin hevur ligið 9 vikur í vinnunevndini, og hevur ma. NCC verið á fundi har. Hví henda nevndarviðgerð er so drúgv, er mær eisini ein gáta.
Løgtingið hevur samtykt at fara undir Øravíka Hov tunnilin í ár, og løgtingsins vilja fara vit at fylgja so ella so.
Játtaða upphæddin í hesum árinum røkkur ikki langt, men tunnilin kemur at liggja har, sum vit suðringar siga, at hann skal liggja.
So kunnu menn kanna, so galt teir vilja.
Hvussu vit skilabest loysa tunnilsgerðina og samferðsluhavnina, og um hesar kunnu tengjast at hvørji aðru, fáa vit at síggja í næstum, tá ið vinnunevndin og landsstýrismaðurin hava viðgjørt hesi mál við atlitið at náttúru, kostnaði og verkligum viðurskiftum annars.