Dagny Joensen
Um eginognin í Framtaksgrunninum skal hækkast, er neyðugt at fara í tingið við málinum. Tað segði Sverri hansen, formaður í Framtaksgrunninum í Degi og Viku fríggjakvøldið.
Eginognin lítið umrødd í tinginum
Spurdur hví tingið hevði góðtikið, at eginognin í Framtaksgrunninum bert er tvær mió. krónur, sigur Bjørn á Heygum, at júst hetta ikki var nógv umrøtt, tá málið var fyri í tinginum, men at hann heldur ikki veit, hví so var.
Hann heldur ikki, at tað er ov nógv sagt, at Framtaksgrunnurin ikki eigur nakran góðan í tinginum, og at lagnan hjá grunninum nú er rættiliga ivasom.
Tingið góðtekur ikki uttan at seta krøv
- Uttan at hava tikið politiska støðu í hesum máli, vænti eg ikki at tingið fer at góðtaka møguliga hækkan av eginognini, uttan so at viðtøkurnar fyri grunnin verða broyttar fullkomiliga.
- Sum nú er, er Framtaksgrunnurin er púra óheftur av politisku myndugleikunum, men hann hevur tikið nøkur stig, sum ikki hava undirtøku, hvørki politiskt ella í almenninginum.
- Eitt nú tað at grunnurin loftaði Fiskavirking hevði lítla undirtøku í tinginum.
- Av tí at Framtaksgrunnurin er óheftur og arbeiðir stjálvstøðugt, hevur eingin havt ávirkan á arbeiðið í grunninum.
- Tí vænti eg ikki, at tingið uttan víðari samtykkir hækka eginognina. Væntandi er eisini, at tingið fer at seta víttfevnandi krøv, um eitt uppskot um umlegging av eginognini skal fáa undirtøku.
- Fær slíkt uppskot ikki undirtøku, so má grunnurin takast av. Hann kann ikki virka við negativari eginogn sigur Bjørn á Heygum.
Tingið fáa ávirkan
Hann heldur bestu loysnna verða, at tingið ger neyðsemju. Eitt nú kann Tingið seta fram uppskot um, hvussu Framtaksgrunnurin skal virka frameftir, og á henda hátt fáa politiska ávirkan á, hvussu almennur peningur skal brúkast.
- Var tað ikki júst fyri at halda politiska myndugleikan uttan fyri, at núgaldandi viðtøkurnar vórðu gjørdar?
- Tað er rætt at motivið var at hava vatntætt skodd millum grunnin og politisku skipanina, sigur Bjørn á Heygum.
Hann metir nú aftaná, at tað var bæði rætt og skeivt.
- Um Framtaksgrunnurin virkaði undir marknaðarbúskaparligum treytum, og við privatum kapitali, so var í lagi, at politikararnir ikki kundu gera seg galdandi. - - So mikið løgnari virkar tað, at vit lata almennan pening í ein grunn, sum vit ikki hava ávirkan á.
Tiltøkini miseydnaðust
- Soleiðis sum grunnurin hevur virkað higartil, hevur hann spælt fallitt. Tey størstu projektini, sum hann setti pening í, tykjast at vera miseydnað. Grunnurin hevur ikki uppfylt sína uppgávu, sum var at endurreisa føroyska vinnulívið.
- Hvat skal til fyri at fáa vend í virkseminum hjá Framtaksgrunninum?
- Um hann verður umskipaður soleiðis, sum politiska skipanin og almennu myndugleikarnir kunnu góðtaka, so kann hann tæna einum positivum endamáli frameftir, sigur Bjørn á Heygum.