Framtíðartorg á Østrøm

Eitt serstakt framtíðartorg við nýggjum føroyskum hugskotum er partur av ársins íverksetaradegi

Talan er um fimm hugskot, su eru meira og minni kend her á landi, og sum eru dømi um føroyska íverksetan.

 

Tey fimm hugskotini, sum verða sýnd fram eru Nordian Design, har tey fáast við at sniðgeva og menna brúkslutir. Sappin Suðuroy, sum er í ferð við at menna eina interaktiva ferðavinnu-app. Dropbucket, sum herfyri fekk eina millión í nýggjum íløgukapitali. Youly, sum framleiðir eina app, ið skal hjálpa fólki við ovurviðkvæmi. Og GAS (Green Animation Studios), sum hevur framleitt fyrsta føroyska animatións filmin sum brúkar føroyskar sagnir, tónleik og list sum bakgrund í filminum.

 

Framtíðartorgið er skipað á tann hátt at áhoyrarnir til Ársins Íverksetaradag velja sær trý ymisk íverksetarahugskot at lurta eftir.

 

Ársins Íverksetaradagur verður í Fabrikkini hjá Öström fríggjadagin 28. mars kl. 13.