Framvegis frekir

Dynamit feirar úttøkuna til liðið hjá Summarfestivalin við at senda nýtt lag á marknaðin

 

 

Tað kann væl vera, at limirnir í Dynamit eru komnir í rutineraða aldurin, men fyri tað ber framvegis til at smíða nýggj og frek løg.

 

Nýggjasta lagið hjá Dynamit eitur “Øll gera tað”, og teimum so líkt, so er talan um sang av heldur freka slagnum, sum ivaleyst kann fáa sinnið í nøkur, meðan onnur smílast, og uppaftur onnur bara yppa øksl.

 

Lagið er lagt út á Youtube, og til ber at hoyra hetta við at trýsta á leinkjuna omanfyri.