Nøgdin av hýsu minkar eisini áhaldandi, og meðalveiðan av upsa er einans ein sekstandapart av tí, sum hon var í 2003 Hetta er tann dapri høvuðsboðskapurin í úrslitunum frá seinastu yvirlitstrolingini, sum Magnus Heinason gjørdi á Føroyabanka í døgunum frá 6. til 10. september í ár, og sum Fiskirannsóknarstovan nú kunnger á sínari heimasíðu.
Tilsamans varð trolað á 29 ymiskum støðum á Bankanum. Í hesum tóvunum vórðu fingnir einans 147 toskar tilsamans. Tá hugt verður at meðalveiðuni, vísa úrslitini tó, at veiðan av toski vaks 15 % í vekt samanborið við í fjør, men samanborið við onnur ár, er veiðan av toski tó framvegis lág, einans 10 % av tí hon var í 2002.
Nøgdin av hýsu minkar framvegis. Miðalveiðan av hýsu hendan túrin var 92 kg pr. fiskitíma, móti 100 kg árið fyri. Hetta er ein minking uppá 8 %, samanborið við 2006 og einans 40% av veiðuni í 2005. Samlaða veiðan av upsa var 575 kg, sum svarar til 20 kg fyri hvønn fiskitíma. Hetta er 57 % minni enn upsaveiðan í 2006 og einans 6 % av upsaveiðuni í 2006.
Hóast minkingar í nøgd, er fiskurin tó rímiliga væl fyri. Hetta sæst, tá hugt verður at konditiónsfaktorinum. Konditiónsfaktorurin er eitt lutfall í millum vekt og longdina á fiskinum, og sigur okkum, hvussu feitur fiskurin er. Hægri hetta talið er, feitari er fiskurin. Meðalkonditíónsfaktorurin fyri tosk, hýsu og upsa hendan túrin var á leið tað sama sum í fjør, sigur Diskirannsóknarstovan.