Framvegis neyðugt at breiðka vegin

Akrar: Í eina tíð hevur verið arbeitt við at breiðka landsvegin úr Lopra og út á Akrar.

Hetta arbeiðið fevnir um breiðking av einum 1400 metrar longum vegastrekki við eini vegabreidd uppá 5,5 metrar og við eini vegøksl upp á hálvan metur.
Í hesum mánaðinum staðfestir Landsverk, at 1. byggistig av íalt trimum er liðugt. Teir fyrstu umleið 400 metrarnir eru liðugt asfalteraðir og vegastokkur er settur upp.
Sagt verður, at í 2. byggistigi, sum umfatar gerð av 350 metrum aftrat, at har er grovplaneringin liðug. Grótið til hesa planeringina er tunnilstilfar úr Lopradali.
Landsverk upplýsir, at enn er ógreitt nær hetta 2. byggistigið og tað seinasta verða liðug. Tað er alt treytað av, hvør játtan fæst.