Enn er eingin semja fingin millum strandalondini, ES, Føroyar, Ísland og Noreg, um býtið av heilarkvotuni av makreli.
- Eftir samráðingarnar, sum vóru í Clonakilty í Írlandi í desember, vóru útlitini fyri at fáa semju í lag vánalig, tí partarnir stóðu langt frá hvørjum øðrum, tá farið var til hús. ES og Noreg løgdu tá felags uppskot til loysn á borðið, sum lá langt frá føroyska kravinum um part, og sum Føroyar mettu sum eitt afturstig í samráðingunum.
Tað sigur Fiskimálaráðið á síni heimasíðu, eftir at enn einar samráðingar eru endaðar úrslitaleysar.
- Samráðingarnar í Bergen í síðstu viku vístu, at enn er langt millum partarnar. Tað, sum skilir, er spurningurin um, hvussu heildarkvotan av makrelinum skal býtast millum londini.
Nýggjur fundur
Fiskimálaráðið sigur, at londini hava avtalað at møtast aftur til enn eitt samráðingarumfar, sum verður í Reykjavík í døgnum 14. - 16. februar 2012.
Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at tað er sera týðandi, at Føroyar framhaldandi verja síni rættindi og krøv. Samstundis ásannar landsstýrismaðurin, at øll áherðsla verður løgd á at finna semjur, tí í longdini vilja felags semjur tæna øllum pørtum best.