Framvegis skaðar hjá Start

Venjarin hjá Toda Jónsson og hinum spælarunum í Start ynskti sær ein skaðafrían spælarahóp í føðingardagsgávu. Men tað fekk hann ikki.
Tom Nordlie kann halda sín 44 ára føðingardag í dag, men fimm av hansara spælarum eru framvegis skaddir. Herfyri varð støðan munandi verri, tí tá var næstan eitt hálvt lið ikki ført fyri at spæla. Nú eru fleiri av týðandi spælarunum komnir fyri seg aftur, so tað ljósari út hjá Nordlie og hansara liði.
Todi Jónsson var ein av spælarunum, sum hevði skaða at dragast við, men hann er komin fyri seg aftur og hevur spælt við í seinastu dystunum hjá Start.