Í fíggjarlógini eru játtaðar 3 milliónir til tyrlupall á Kirkju. Seinastu vikurnar hevur ljóðað, at einki tyrlusamband verður til Fugloyar, um tyrlupallurin á Kirkju ikki verður umvældur.
Í upprunaliga uppskotinum til fíggjarlóg var einki avsett til hetta arbeiðið, men tá ið Løgtingið í gjárkvøldið endaliga samtykti fíggjarlógina vóru tríggjar milliónir - eftir tilmæli frá samdu fíggjarnevndini - settar til tyrlupallin á Kirkju.
Fíggjarnevndin greiðir soleiðis frá í álitinum:
?Fyri at tyrlupallarnir skulu lúka tey krøv, sum loftferðslumyndugleikarnir seta til tyrlupallar til ferðafólkaflutning, hevur verið neyðugt at gera pallarnar betri. Tað er komið væl áleiðis
við at dagføra tyrlupallarnar sambært krøvunum hjá SLV, men enn vantar pallurin á Kirkju, sum verður mettur at kosta 3,0 mió kr.
SLV hevur nú í oktobur 2010 boðað frá, at verður onki gjørt skjótt, so verður tyrluflúgvingin til Fugloynna steðgað.
Pallurin í Hattarvík og pallurin á Kirkju eru ikki góðkendir. Á Kirkju er ætlanin at byggja nýggjan pall í staðin fyri verandi pall.?