Framvegis vónir um samráðingarloysn

- Okkara boðskapur er framvegis tann sami, nevniliga at vit til eina og hvørja tíð eru til reiðar at samráðast við hini strandalondini um býtið av norðhavssildini.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Fyrrapartin vórðu Kaj Leo Holm Johannesen og Jacob Vestergaard boðsendir á fund við Villy Søvndal, sum um dagarnar hevur tosað við fiskivinnukommisserin hjá ES, Mariu Damanaki, um møgulig handilstiltøk móti Føroyum:

- Vit fingu at vita frá Villy Søvndal, at í ES fyrireika tey framvegis tiltøk móti Føroyum. Men nei, vit eru ikki blivin klókari, hvørt handilstøkini vera veruleiki, ella tað fer at eydnast at taka upp aftur samráðingarnar, sigur Jacob Vestergaard.

Hoyr samrøðu við Jacob Vestergaard her: