Pressutalsmaðurin hjá Sea Shepherd, Frank Trinkle, sum varð handtikin, tá hann kom á land á keiini í Havn mánakvøldið, og síðan varð vístur av landinum í fimm ár, er blivin burtur á leiðini aftur til USA.
Sambært fútanum, Mogens Nepper Christensen, leiddi løgraglan hósdagin Frank Trinkle umborð á eitt flogfar í Vágunum, ið skuldi flyta hann til Keypmannahavnar. Har var ætlanin at løgreglan í Keymannahavn skuldi standa fyri honum og leiða hann í eitt flogfar til New York.
Men okkurt gekk ikki, sum tað skuldi, tí gjáramorgunin helt Frank Trinkle tíðindafund í Amsterdam, ið sum kunnugt ikki liggur í USA, men í Hollandi.
Sambært Mogens Nepper Christensen, innibar útvísingin av Frank Trinkle, at hann skuldi allan vegin aftur til heimland sítt, ið er USA. Tað var uppgávan hjá løgregluni at bera so í bandi, at hann kom aftur til USA, annahvørt við at føroysk løgreglufólk fylgdu honum allan vegin, ella við at gera avtalur við løgregluna í Keypmannahavn um eskortering.
Í tíðindaskrivi, sum Sea Shepherd felagsskapurin sendi út í gjár, stendur, at tá Frank Trinkle kom til Keypmannahavnar, fór hann umborð á eitt flogfar til Amsterdam heldur enn at fara í flogfarið til New York.
Komin til Amsterdam helt hann tíðindafund í býnum. Hesin tíðindafundur var ætlaður frammanundan, men í ætlanini lá ikki, at Frank Trinkle skuldi vera hjástaddur. Sambært skránni á heimasíðuni hjá Sea Shepherd, skuldu teir báðir hollendararnir av ?Oceon Warrior?, ið eisini vórðu handtiknir tá teir komu á Havnina í gummibáti mánakvøldið og seinni vórðu vístir úr landinum, standa fyri tíðindafundinum í Amsterdam gjáramorgunin.
Løgreglan í Føroyum hevur ábyrgdina
Jørgan Tagge, kriminalinspektørur í Danmark, sigur seg ikki vita nakað um at teir skulu hava eskorterað nakran frá føroyaflogfarinum hósdagin.
Ole Andersen, leiðari á deild A hjá donsku løgregluni, ið millum annað tekur sær av uttanlandsmálum, kennir heldur ikki til at danska løgreglan skal hava fingið sum uppgávu at leiða Frank Trinkle millum tvey flogfør. Hann sigur tó somikið, at tað undir øllum umstøðum er ábyrgdin hjá løgregluni í Føroyum, at Frank Trinkle kom á rætta stað, sum altso er USA.
John Vendelbo, varaovasti fyri løgregluna á flogvøllinum í Kastrup, veit um at alt ikki hevur gingið eftir ætlan við einum manni nevndur Frank Trinkle, ið er útvístur úr Føroyum, og sum skuldi sendast aftur til New York via flogvøllin í Kastrup. Men meira enn tað vil hann ikki siga. Hann leggur tó afturat, at einki ?dramatiskt? er hent, sum hann orðar seg.
Løgreglan í Kastrup eigur feilin
Bergleif Brimvík, leiðari á Kriminaldeildini á Politistøðini í Havn, visti einki um tilburðin, fyrr enn Sosialurin setti seg í samband við hann gjáramorgunin. Ígjøgnum dagin kannaði hann tilburðin og fekk váttað, at Frank Trinkle hevði broytt sína bilett, soleiðis at hann slapp til Amsterdam.
- Okkurt er gingið galið, og tí fekk Trinkle høvi at sleppa undan at ferðast til New York, sigur Bergleif Brimvík, og leggur afturat, at allir teir tríggir útvístu menninir fóru til Amsterdam við sama flogfari. Ætlanin var upprunaliga, at bert teir tveir, ið ikki itu Frank Trinkle, skuldu við hesum flogfari.
Sambært leiðaranum á Kriminaldeildini á Politistøðini var tað løgreglan í Kastrup, ið hevur ábyrgdina av, at mistakið hendi.
- Vit gjørdu alt rætt, men hvat er hent har niðri, tað dugi eg ikki at svara fyri. Men í hvussu er hvi eg skilt, at løgreglan í Kastrup tóku ímóti teimum trimum monnunum, tá teir komu til Danmarkar. Spurningurin er bara, hvat síðan er hent sigur Bergleif Brimvík.