Ungarn førdi enn tá stóran part av dystinum í bólki D, hetta millum annað tí at bakkarnir Ferenc Ilyes og Milorad Krivokapic vístu seg frá sínu bestu síðu.
Men í evstu løtu eydnaðist tað franskmonnum at hála eitt stig heim. Kortini er úrslitið at meta sum eitt stórt vónbrot, tí franskmenn eru av teimum flestu spáddir at vera favorittar at vinna endaspælið.
Í hinum dystinum í bólkinum vann Spania 37-25 á Kekkia. Í hesum dystinum var tað serliga Iker Romero, ið gjørdi vart við seg. Hann gjørdi ikki færri enn 14 mál, meðan Filip Jicha hjá Kekkia gjørdi átta.