Franska sendikvinnan vitjar borgarstjóran

Í dag var franska sendikvinnan í Keypmannahavn á vitjan hjá Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn.

Í dag var franska sendikvinnan í Keypmannahavn, Véronique Bujon-Barré, á vitjan hjá Heðin Mortensen, borgarstjóra.

 

Véronique Bujon-Barré kom til Føroya týsdagin á vitjan fram til hósdagin, og í hesum sambandi nýtti hon høvi til at vitja borgarstjóran í størstu kommununi í landinum.

 

Franska sendikvinnan vildi fegin vitja Tórshavnar Kommunu fyri at hoyra nærri um høvuðsstaðin, og tað virksemi og avbjóðingar, sum eru í nógv størstu kommununi í landinum.

 

Við Véronique Bujon-Barré á vitjan hjá Heðin Mortensen vóru eisini Simone Le Ray, fulltrúi og Hanna Jensen, sum er franskur konsul í Føroyum.

 

Á myndini síggjast frá vinstru Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Kommunu, Hanna Jensen, franskur konsul, Véronique Bujon-Barré, sendikvinna, Heðin Mortensen, borgarstjóri og Simone Le Ray, fulltrúi