Fransmenn søgdu ikki sannleikan um deyða Arafats

Ein fyrrverandi embætismaður hjá Yasser Arafat vil vera við, at fronsku myndugleikarnir hava ikki sagt allan sannleikan um deyða Arafats

Palestinski forsetin doyði í Fraklandi í november í 2004, og tá søgdu fronsku læknarnir, at Arafat doyði av heilabløðing. Harafturat var tað mervirkandi, at hann hevði ein svull innvortis, og at hann eisini leið av gulusótt.

 

Men Bassam Abu Sharif sigur við ísraelska blaðið Haaretz, at hetta er ikki allur sannleikin, men at fyrrverandi franski forsetin Jacques Chirac situr við tí partinum av sannleikanum, sum ikki er komin fram enn.

 

Sambært Abu Sharif beindu ísraelsmenn fyri palestinska forsetanum við einum evni, sum oyðileggur tey reyðu blóðkornini. Spurdur, um hann er til reiðar at avdúka, hvør kennir sannleikan, sigur Abu Sharif, at vil Chirac einki siga, er hann sinnaður at gera tað.