Í Fraklandi eru tey flestu ímóti, at fyrrverandi IMF-stjórin Dominique Strauss-Kahn kemur aftur á tann politiska pallin í heimlandinum. Í einari meiningakanning, sum er kunngjørd í dag, siga 53 prosent av teimum spurdu, at tey vilja ikki hava Strauss-Kahn at taka lut í tí politiska orðaskiftinum teir næstu mánaðirnar.
Fyrradagin gjørdi ein dómari í New York av at sleppa málinum ímóti Dominique Strauss-Kahn, sum var skuldsettur fyri kynsligan ágang ímóti einari kvinnu á einum hotelli í býnum.
Áðrenn Dominique Strauss-Kahn bleiv tikin í New York fyri trimum mánaðum síðani, hildu politiskir eygleiðarar, at hann hevði góðar møguleikar at gerast valevni hjá sosialistunum til næsta forsetavalið í Fraklandi.