Frede Benjaminsen er ættaður úr Ringkøbing í Danmark. Hann kom til Føroya og Nes fyri umleið hálvari øld síðani. Í Danmark hevði hann hitt Jacobu, sum er ættað av Nesi og fødd Olsen. Hon hevði verið á háskúla í Haslev. Tey bæði giftust og búsettust á Nesi, og tey eiga fýra børn - Harry, Hedvig, Lisbeth og Majbritt. Harry og Majbritt búgva á Toftum, Hedvig býr í Fuglafirði, og Lisbeth býr niðri.
Frede gjørdist føroyingur og nesmaður, og hann hevur hesa hálvu øldina, sum hann hevur búð í Føroyum, eitt nú verið skipsmaður. Í nógv ár arbeiddi hann hjá D. P. Højgaard, sum um tað mundið, tá ið Frede kom til Føroya, var nógv tann størsta fyritøkan á Toftum. Tá í tíðini nýttu tey flestu kol at fáa hita við. Hjá D. P. Højgaard seldu tey kol, og Frede var millum teirra, sum koyrdu og bóru kolsekkirnar út til kundarnar.
Frede Benjaminsen var fleiri ár til skips. Hann sigldi eitt nú við Kongshavn, Nesbúgvanum, Sporinum, Suðurland og Bliki, og so arbeiddi hann í nógv ár á flakavirkinum hjá toftamonnum, sum nevndist Nykur.
Síðani Fiskamarknaðurin sá dagsins ljós, hevur Frede verið har, og hann arbeiðir framvegis á hesum arbeiðsplássinum, sum tey seinastu nógvu árini hevur havt stóran týdning fyri hetta lokaløkið.
Soleiðis sum hann altíð hevur gjørt tað, har hann hevur arbeitt, so møtir Frede sera væl upp, og tann, sum ætlar sær at vera fyrri á arbeiðsplássinum enn Frede, verður noyddur at fara tíðliga frá húsum.