Jóannes Bjartalíð var á vøllinum tann síðsta lítla hálva tíman, tá Fredrikstad tapti 0-1 fyri Brann Bergen á Brann leikvøllinum í Bergen.
Brann hevði tað mesta av spælinum, og hevði væl fleiri málmøguleikar. Heimaliðið hevði rakt træverkið hjá Fredrikstad nakrar ferðir áðrenn Emil Kornvig sendi bólkin í stongina og inn til 1-0. Sigursmálið var skotið 10 minuttir undan steðginum.
Fredrikstad er nummar seks í deildini við 31 stigum fyri 22 dystir. Fredrikstad hevur 14 stig upp til Tromsø á fjórða plássinum, so dreymurin um at røkka einari endastøðu, ið gevur evropeiskan fótbólt komandi ár er brostin.
Komandi mikukvøld klokkan 18 hevur Fredrikstad útidyst á skránni móti KFUM Oslo.