Liðið sum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad spældi í dag torføran útidyst móti einum øðrum uppflytingarkandidati í næstbestu norsku fótbóltsdeildini, Start Kristiansand á útivølli.
Dysturin endaði við javnleiki 2-2.
Jóannes Bjartalíð legði Fredrikstad á odda við einum brotssparki tá 23 minuttir vóru leiktir.
Start javnaði tá 61 minuttir vóru farnir av dystinum, og 10 minuttir seinni legði Start seg á odda 2-1.
Tá 83 minuttir vóru farnir javnaði Henrik Johansen til 2-2, og tryggjaði harvið Fredrikstad eitt týðandi stig.
Brandur H. Olsen kom á vøllin fyri Fredrikstad tá 65 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Ígjár tapti nærmasti kappingarneytin hjá Fredrikstad, Kongsvinger 1-2 fyri Hødd á útivølli.
Fredrikstad er fremst í deildini við 45 stigum. Kongsvinger er nummar tvey við 39 stigum og KFUM Oslo er nummar trý við 38 stigum. Liðini hava átta dystir eftir at leika.
Rógvi Baldvinsson og Noah Mneney sluppu á vøllin seinasta korterið, tá teir og liðfelagarnir vunnu granna- og føroyingauppgerðina móti Sandnes ULF á heimavølli.
3-0 vann Bryne á Gullbrandi í Horni Øregaard og liðfeløgum hansara í Sandnes, og tað er nakað sum lívgar fjeppararnar hjá Bryne. Gullbrandur spældi aftur allan dystin fyri Sandnes.
Bryne er nummar átta í deildini við 31 stigum. Sandnes er nummar níggju við 29 stigum.
Nú verður landsliðssteðgur og okkara leikarar í Noregi fara at spæla tveir EM-undankappingardystir við antin A-landsliðnum móti Póland og Moldova, ella við U21-landsliðnum móti Belarus og Kroatia.