Tann kvinnan, ið kom til skaðis í einum ferðsluóhappi við Morgan Freeman í farna árið sigur nú, at Freeman var ávirkaður, áðrenn hann setti seg við róðrið Ì einum rættarmálið í rættinum í Mississippi í gjár segði Demaris Meyer sambært TMZ, at hon, vannlukkunáttina, hitti Freeman á einari matstovu, og at hon varnaðist, at Freeman fekk sær fleiri drykkir meðan og eftir døgurðan.
Víðari sigur Meyer, at hon fór frá matstovuni, og hitti seinni Freeman hjá einum felags vini, har stjørnan eisini fekk sær fleiri drykkir.
Tá kvøldið var komi at endað, sigur Meyer, at Freeman bjóðaði henni at sova hjá sær, og hesum játtaði hon. Tá parið síðani koyrdi til hús, misti Freeman taki á bilinum, og koyrdi av vegnum.
Sambært Meyer førdi óhappi við sær, at hon fekk so mikið stóran skaða, at hon framvegis hevur trupulleikar av tí í dag. Tískil leggur hon sakarmál mótvegis Freeman, fyri at fáa afturgoldið sínar læknaútreiðslur, umframt at fáa endurgjald fyri tort og svia, mistar inntøkur, invalitet og aðrar skaðar.
Eftir óhappi hevur verið sagt, at Meyer og Freeman vóru par, men á einum tíðindafundi í vikuni segði Meyer, at tey bert vóru vinir.
Ein talsmaður fyri Freeman sigur, at hann ivast ikki í, at málið verður loyst. Tað skriva People