Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, tekur ikki undir við, at gjaldsportur verða sett upp í føroysku náttúruni. Tað ger hann greitt, nú Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvat hann heldur um gjaldsportrið í Saksun – og um hann fer at gera nakað við tað.
Magnur Rasmussen sigur, at hann tekur ikki undir við slíkari framferð – og hann sigur at gjaldsportrið í Saksun er neyvan lógligt heldur.
– Viðvíkjandi gjaldportrinum í Saksun, er støðan tann, at galdandi lóggáva hevur ikki nágreiniligar ásetingar um, hvør eigur strondina, - tað er rondin á landi, ið er markið millum land og sjógv, sigur hann. Men hann sigur, at vanliga fatanin er, at strondin er eitt slag av almenningi, har ein og hvør hevur rætt at ferðast.
– Við støði í hesum ber í øllum førum til at siga, at gjaldportrið, sum forðar fyri atgongd til strondini í Saksun, ikki er í samsvari við vanliga fatan av rættinum til atgongd at strondini.
– Út frá hesum ber tí eisini til at siga, at gjaldportrið neyvan er lógligt, tí tað forðar fyri atgongd at øki, har ein og hvør hevur rætt til at ferðast, sigur landsstýrismaðurin.
Les eisini: Fara um gjaldsportrið í Saksun - men tey nokta at gjalda
Hann heldur, at tað hevði verið freistandi at farið í rættin við málinum, men sum støðan er í løtuni, verður tað ikki gjørt. Orsøkin er tann, at landsstýrismaðurin, og umboð fyri hinar flokkarnar í samgonguni, arbeiða fyri at finna eina loysn á málinum um, hvussu gongd í haga skal skipast. Í hesum sambandi verður spurningurin um gjaldportur í náttúruni – eisini tað í Saksun – viðgjørdur, og vónandi loystur, sigur Magnus Rasmussen.