Freistin at lesa loyniliga sáttmálan er farin

Tá CIP bjóðaði løgtingslimum at lesa loyniliga tunnilssáttmálan var freistin sett til 3. september

Møguleikin hjá løgtingslimum er at lesa loyniliga sáttmálan millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners er farin.

 

Herfyri gav danska íløgufelagið løgtingslimum møguleika at lesa sáttmálan. Væl at merkja, um tingfólk afturfyri skriva undir eina trúnaðarváttan, sum bindur tey til ikki at endurgeva nakað av tí, sum tey lesa í sáttmálanum.

 

Copenhagen Infrastructure Partners setti harafturat eina freist á. Freistin var 3. september, sum var í gjár.

 

Fyri at lesa loyniliga sáttmálan skulu løgtingslimir møta á skrivstovuni hjá Inga Højgaard, advokati. Ingi Højgaard er somuleiðis stjóri í P/F Eysturoyartunnilin, sum Copenhagen Infrastructure Partners og Føroya Lívstrygging hava stovnað í felag.

 

Ingi Højgaard hevur ongar viðmerkingar til málið yvirhøvur.

 

- Eg havi eina sak, og hana viðgeri eg ikki í fjølmiðlunum, sigur Ingi Højgaard.

 

Tað er ein rættuliga umfatandi trúnaðarváttan, ið løgtingslimir skulu skriva undir fyri at sleppa at lesa sáttmálan.

 

Í trúnaðarváttanini, sum løgtingslimir skulu skriva undir fyri at sleppa at lesa loyniliga sáttmálan, stendur millum annað soleiðis:

 

- Eg bindi meg til at halda í trúnaði, og ikki at almannakunngera, ella á annan hátt víðarigeva til triðjamann, innihaldið av konsessiónsavtaluni við skjølum. Skyldan sambært hesi trúnaðarváttan er galdandi, hóast at møguligar upplýsingar viðvíkjandi innihaldinum av konsessiónsavtaluni við skjølum máttu rygtast ella á annan hátt verið umtalaðir í tí almenna rúminum. Almannakunngering ella víðarigeving av innihaldinum av konsessionsavtaluni kann hvørki gerast generelt sum liður í lóggávuviðgerðini, tí politiska orðaskiftinum, ella annars.


 
Skyldurnar sambært hesi trúnaðarváttan til at halda upplýsingar viðvíkjandi innihaldinum av konsessiónsavtaluni við skjølum í trúnaði, eru galdandi til tað tíðspunktið Eysturoyartunnilin P/f (ella tess eigarar) skrivliga gevur samtykki til, at upplýsingar kunna almannakunngerast ella gevast víðari.

 

Sum Rás2 skilir, so er tað bara uttanflokkatingmaðurin Janus Rein, sum hevur valt at skriva undir trúnaðarváttan aftur fyri at lesa sáttmálan.

 

Les eisini:

 

Janus lisið loyniliga sáttmálan