Frelsunarherurin: Longri marsjering í ár

ÓLAVSØKA: Líka so vist sum ólavsøkan er, líka so vist er tað at Frelsunarherurin fleiri ferðir marsjerar gjøgnum býin.

Soleiðis var sjálvandi aftur í ár. Men hesaferð var tó ein lítil broyting í: Tey løgdu ikki til brots frá sama staði sum undanfarin ár.

Í løtuni er støðan hon, at hølini hjá Frelsunarherinum verða umvæld, og kunnu tískil ikki brúkast til virksemið í samkomuni.

Men ráð vóru fyri tí: Gott samstarv er millum samkomurnar hjá Frelsunarherinum og Evangeliihúsinum, og tí var ikki meiri enn natúrligt at tey læntu hølini til hesa siðbundnu marsjering.

Marsjurin hjá Frelsunarherinum byrjaði tí beint við gomlu Køkubúðina. Fyrimunurin við hesum er, at báðar samkomurnar halda til í somu gøtu. Og tí varð marsjurin í roynd og veru bert fáar metrar longri enn undanfarin ár.

Væntast kann tó, at næstu ólavsøku verður lagt brots úr egnum samkomuhølum.

Myndir: Lív Jacobsen