Í samband við at Frelsunarherurin í Vági varð 60 ár, verður skipað vit fyri sangkafé fríggjakvøldið klokkan 21.00 Við luttøku av m.ø. Siggi og Rannvá , Bernhard v/ fleiri, Jensia og Dorthea, og streingjakórið hjá Frelsunarherinum í Vági og felagssangur verður eisini
Siggi var við í íslendsku sangkappingini og kláraði seg sera væl, tey hava eisini útgivið fløgu .Eisini hava tey verið leiðarar í Frelsunarherinum í Vági. eina tíð.
Millum tey vitjandi, sum koma úr Noregi, eru Marianna ,sum nú er gift við Adam Clyve. Marianna var í Vági saman við m.ø.Berit Kjærbo. Hesaferð hevur hon mann sín við. Tey koma at luttaka á fundunum sum verda.
Sámal Jákup Joensen, saman við konuni Elisabeth, eru eisini við hetta vikuskiftið.
Leygardagin umleið kl . 9.30 er kaffi og ábit, í samband vid at gestirnir koma vid Smyrli. Horntónleikur spælir uttanfyri samkomuhølið. Eisini syngur Streingjakórið syngja nakrar sangir .Sama dag kl 19.30 verður festmøti við køldum borhaldi og fjølbroyttari luttøku.
Sunnudagin kl 11.00 er halgunarmøti og sunnudagsskúli. Kl . 13.00 eta vit døgurða saman í korpsinum . kl 14.30 verður sangfundur , kl 18.00 endar føðingardagshaldið við evangeliskum fundi Aftaná verdur eisini ein okkurt at eta.
Øll eru vælkomin til øll tiltøkini, sigur Frelsunarherurin í Vági.