Frem tapti

Jónas Tór Næss spældi við frá byrjan, tá ið danska 1. deildarliðið Frem spældi venjingardyst ímóti Trelleborg um vikuskiftið. Frem fekk bestu byrjanina, tí teir løgdu seg fram um 1-0 longu eftir fimm minuttir. Men Trelleborg mannaði seg upp og vann dystin 2-1. Málmaðurin Gunnar Nielsen var ikki á vøllinum, men umframt Jónas kom eisini verjuspælarin Atli Gregersen inn í seinna hálvleiki.