Fremad Amager tapti

Tað gongur einki serligt hjá Fremad Amager, og sunnudagin tapti liðið fyri Ølstykke á útivølli. Støðan í hálvleikinum var 0-0, men í seinna hálvleiki skoraði Ølstykke tvær ferðir. Andrew av Fløtum spælir framvegis ikki við hjá Fremad Amager, men roknað verður við, at hann nú skjótt verður at síggja aftur á liðnum. Fremad Amager hevur 11 stig fyri 8 dystir og liggur nummar 8 í næstbestu donsku deildini