Fremja sálarligan yvirgang ímóti almennum starvsfólki

?Tað kann undir ongum umstøðum góðtakast, at politikarar skalta og valta við mannalagnum, soleiðis sum teir gera við manningini á Strandferðsluni í løtuni, sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum

Ótryggleiki

? Tað er heilt forkastiligt, soleiðis sum politikarar skalta og valta við mannalagnum.
Gunnleivur Dalsgarð. formaður í Starvsmannafelagnum, er rætt og slætt skelkaður av framferðini hjá politikarunum ímóti teimum, sum eru í starvi hjá tí almenna.
Hesa síðstu tíðina er manningin á strandfaraskipinum Dúgvuni søgd upp. Men nú skal hon kanska setast aftur í starv.
Hendan mannagongdin hjá politikarunum skelkar formannin í Starvsmannafelagnum .
Men hann sigur, at manningin á Dúgvuni er ikki eindømi og nú bíðar hann bara eftir, hvat tað næsta verður.
? Nú Strandferðslan skuldi spara, gjørdi leiðslan av at siga manningini á Dúgvuni upp. Men síðani hevur politisk ósemja tikið seg upp um sparingina og nú ljóðar, at uppsagnirnar skulu takast aftur.
?Slík mannagongd er undir alt lágmark og hetta er ein mannagongd sum Starvsmannafelagið undir ongum umstøðum kann góðtaka, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Men akkurát, hvat felegið kann gera, veit hann ikki.
? At missa arbeiðið er eitt tað ringasta sum kann henda einum menniska. Og at siga fólki upp, er tað sama sum at rykkja alt tilverugrundarlagið undan teimum. Tað er eitt slag yvir nakkan sum næstan ikki kann samanberast við nakað annað.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum er sostatt skelkaður av, hvussu lætt tað fellur politiska myndugleikanum at skalta og valta við mannalagnum, soleiðis sum tað er gjørt í hesum føri.

Beklagiligt arbeiðslag
Hann sigur, at tað er heilt beklagiligt, soleiðis sum tað politiska valdið arbeiðir.
? Tá ið fíggjarlógin varð viðgjørd og samtykt, vóru tað politikarar, sum brúktu stór orð um, at nú skuldi sparast og eykajáttanir komu ikki upp á tal.
? Ein partur av hesum sparingum skuldu gerast á Strandferðsluni, sum varð skerd nakrar milliónir.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at tí eigur tað ikki at koma óvart á politikarar, at Strandferðslan skal spara, tí tað hava teir sjálvir samtykt.
? Tað er umráðandi at leggja dent á, at tá ið fíggjarlógin varð samtykt, vistu politikararnir av, at játtanin var so lág, at skerjingar máttu gerast.
?Sostatt fekk leiðslan á Strandferðsluni boð um at spara. Ein avleiðing av hesum er, at hon setir sparitiltøk í verk og ein partur av hesum er at siga manningini á Dúgvuni upp.
?Men tá ið tað hendir, fáa sparingarnar knappliga persónligar avleiðingar fyri ávísar politikarar, tí nú er tað teirra lokala økið sum verður rakt, og so kemur róp í.
Úrslitið av tí er, at uppsagnirnar kanska verða tiknar aftur í eini líka skjótari handavending, sum tær vóru útskrivaðar.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum ásannar hvussu lítil álvari býr í politikarum.
?Tað skal sparast fyri at síggja gott út á fíggjarlógini. Men hvørja ferð ein sparing verður sett í verk, kemur róp í hjá teimum politikarunum, sum eru úr økinum, har sparast skal. Tað skal sparast alla aðrastaðni, bara ikki á teirra egna heimabeiti. Sparingar skulu bara gerast tá ið tað ikki rakar teirra egna valdømi.
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at soleiðis verður apan send víðari og nú situr hann bara og bíðar eftir, hvat tað næsta verður.
Verða uppsagnirnar á Dúgvuni tiknar aftur, skal sparast onkra aðrastaðni og nú sparingarnar um Leirvíksfjørð fóru í vaskið, er bara at bíða eftir, hvat Strandferðslan so skal spara og hvørjar avleiðingar tað fær,
Hann sigur, at hetta er forkastiligt og prógvar í veruleikanum, hvussu lítið at sær komnir politikarar eru. Fólk verða søgd upp í blindum, ella upp á gjøt, og so verða tey kanska sett aftur. Síðani verður apan koyrt runt so at onkur annar verður sagdur upp. Men rópa politikararnir úr tí økinum, sum tá verður rakt, nóg hart, verða tær uppsagnirnar kanska eisini tiknar aftur. Soleiðis melur alt í klingur. Hetta er at gera mannalagnur til politiskar kastibløkur og tað kann okkara politiska vald heilt einfalt ikki loyva sær. Hetta má halda uppat, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
? Sostatt er tað ongin ið kann føla seg tryggan og tað er heilt ótolandi hjá almennum starvsfólki. Og tað er heldur ikki í samsvari við útsøgnir hjá løgmanni og øðrum politikarum, sum seinastu tíðina í samabndi við landsfornfrøðingin og uppsagnirnar í heimarøktini hava brúkt nógva tíð at tosað um tað neyðuga í, at tryggleiki er í almennu umsitingini.
Tað, sum teir sýna í verki er júst tað øvugta: Skapa ótryggleika og órógv, sigur Gunnleivur Dalsgað.
?Slík framferð, sum tann ímóti starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum og sum tann, ið manningin á Dúgvuni er fyri í hesum døgum, er einki minni enn sálarligur yvirgangur og skapar bæði órógv og ótryggleika og tað vilja vit ikki finna okkum í, sigur Starvsmannafelagið.

Lukta pengar
Hann heldur eisini lítið um tosið, sum nú er um, at privatir skulu reka siglingina um Leirvíksfjørð.
? Jógvan við Keldu hevur enntá skuldsett tað almenna fyri at hava stolið hendan vinnuvegin frá teimum privatu.
?Hetta er heilt burturvið. Sannleikin er, at tað almenna varð noytt til at átaka sær uppgávuna, tá ið tað privata kastaði frá, tá ið neyðugar íløgur skuldi gerast.
? Men nú hevur tað almenna bygt eina tænastu upp og nú tað er fingið at virka, koma fólkafloksmenn kropp av kroppi og skulu hava siglingina á privatar hendur. Tað kann bara vera tí at teir aftur hava følt luktin av pengum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
Annars heldur hann, at tað er sjálvsagt, at tað er tað almenna sum hevur Strandferðsluna um hendi, tí flutningur ímillum oyggjarnar er ein almenn uppgáva!

Góðar umstøður hækkaðu ikki støðið
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at annars hava politikarar hesi seinastu árini lagt stóran dent á, hvussu týdningarmikið tað var, at teir fingu betri arbeiðsumstøður. Tí var tað altumráðandi, at teir bæði fingu nógv hægri løn og eitt fínt løgtingshús fyri at støðið í tí politiska arbeiðnum kundi hækkast.
? Og teir fingu bæði Teir fingu bæði stóra lønarhækking og nýtt løgtingshús. Og tá ið peningurin til løgtingshúsið var uppi, fekk ongin av teimum ringa samvitsku av at tríva niður í landskassan eftir 17-18 milliónum afturat til at gera húsið liðugt fyri.
?Men nú ein tíð er farin kunnu vit ikki annað enn staðfesta, at tað hevur avgjørt ikki hækka støðið í politiska arbeiðnum, at politikararnir bæði hava fingið stóra lønarhækking og fínt løgtingshús, sigur Gunnleivur Dalsgarð turrisliga.


M