Ein gongustjørna úr einari aðrari sólskipan er komin inn í okkara Mjólkarveg, og stjørnufrøðingar halda, at hon kann geva okkum eina ábending um framtíðina hjá okkara sólskipan og harvið eisini mannaættini.
Tann fremmanda ella vilsta gongustjørnan er eitt sindur størri enn Jupiter.
Tað serliga við hesi gongustjørnuni er, at hon er í ringrás um eina stjørnu, sum er í ferð við at doyggja út, og avleiðingin av tí kann verða, at gongustjørnan sløknar.
Stjørnufrøðingarnir halda, at gongdin hjá hesum báðum kann geva okkum eina ábending um, hvat fer at henda í okkara skipan, tá okkara sól eina ferð sløknar.
Hetta er fyrstu ferð, at vísindin hevur staðfest, at ein sokallað ekstragalaktisk gongustjørna er komin inn í Mjólkarvegin.