Fiskiloyvi
Fiskiloyvi kunnu ikki seljast, men tað er einki forboð í móti at flyta tey millum skip ella persónar í móti gjaldi.
Men tann vinningur, sum fingin verður úr hesum flutningi skal ikki skattast, hevur Toll- og Skattaráðið tikið avgerð um. Og so hevur landsstýrismaðurin lagt uppskot fyri tingið um, at tað skal hann kortini.
Men tað er í stríð við lógina um vinnuliga fiskiskap, sigur tingmaður, sum heftir seg við, at í teirri lógini stendur, at fiskiloyvini eru ogn Føroya fólks. Og tað ber ikki til at skatta ein reiðara av pengum, sum landskassin eigur.
Her er einki, sum : »greier seg i sjøen...«.
Løgmaður svarar
Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur svarað fyrispurningi, sum Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, hevur sett honum um skatting av veiði- og fiskiloyvum, sum seld verða milum skip ella reiðarí.
Løgmaður sigur í svari sínum ongastaðni nakað um sølu yvirhøvur. Hinvegin tosar hann fleiri ferðir um flyting av loyvum millum loyvishavarar. Hann sigur millum annað soleiðis í svarinum:
»Sambært verandi siðvenju merkir hetta, at veiðiloyvi og fiskiloyvi við tilhoyrandi rættindum (fiskidøgum ella kvotum) verða flutt. Fiskimálastýrið er í samband við flytingar av veiðiloyvum vorðið kunnugt við, at hann, sum hevur flutt veiðiloyvi, hevur flutt tað í móti gjaldi. Tað sæst ikki vera forboð ímóti hesum í lógini.«
Víðari sigur løgmaður í svarinum til Vilhelm Johannesen soleiðis:
»Samanumtikið kann tí sigast, at fiskiloyvir kunnu ikki seljast, men at veiðiloyvi og tilhoyrandi rættindi sambært § 8 í lógini (um vinnuliga fiskiskap blðm.) kunnu flytast. Um flytingin av veiðiloyvi og rættindum verður gjørd móti gjaldi, kann Fiskimálastýrið ikki forða fyri hesum«.
Vilhelm ónøgdur
Vilhelm Johannesn, løgtingsmaður, sum setti løgmanni fyrispurningin, er ikki nøgdur við tað, sum løgmaður svarar.
Hann vísir á, at tað er í stríð við lógina um vinnuliga fiskiskap frá 1994, at tað skal bera til at selja, ella sum løgmaður sigur, flyta í móti gjaldi, loyvi til at gera nýtslu av ogn Føroya fólks. Tí tað er júst tað, fiskurin er, stendur í lógini umvinnuliga fiskiskap.
Har stendur soleiðis: »Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroys fólks....«
Hetta skuldi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, fáa greiði á við eini dagfesting av lógini um vinnuliga fiskiskap. Hesar broytingar skuldu steðga allari spekulatión við veiði- og fiskiloyvum, varð sagt.
Men hendan lógarbroyting letur bíða eftir sær, sigur Vilhelm Johannesen.
Í staðin er tað hent, at Karsten Hansen, landstýrismaður við fíggjarmálum, er komin í tingið við lógarbroytingum til Skattalógina, sum skal gera tað møguligt at skatta tann vinning, sum fæst av at flyta loyvi sínámilum.
Grundin til at Karsten Hansen leggur uppskot fyri tingið um skatting av vinningi av sølu av fiskiloyvum er, at Toll- og Skattaráðið hevur gjørt av, at slíkur vinningur ikki er inntøka og tí ikki kann skattast.
Í stríð við lógina
Uppskotini hjá Karsteni Hansen ganga út uppá, at veiðiloyvi og fiskiloyvi skulu viðgerast sum onnur rakstrargøgn. Tað vil siga á sama hátt, sum tá skip ella maskinur verða seld.
Seljarin skal inntøkuføra tann pening, hann fær fyri veiðiloyvið, sama ár, sum selt verður.
Keyparin skal hinvegin sleppa at draga hann frá í rakstrinum. Um keypt veðru til brúks í fleiri ár, skal upphæddin avskrivast yvir líka nógv ár.
Hetta uppskotið er beint í Fíggjarnevndina, har tað nú er til viðgerðar, sigur Vilhelm Johannesen.
Men hann dugir ikki at skilja, at Karsten Hansen, landsstýrismaður er komin við slíkum uppskoti. Tí tað er beinleiðis í stríð við lógina um vinnuligan fiskiskap.
Hon sigur jú heilt greitt, vísir Vilhelm Johannesen á, at tilfeingið er ogn Føroys fólks. Tann, sum fiskar tað, fær sostatt vinning av nøkrum, sum er annans ogn. Í hesum førinum Føroya fólks.
?Men ta ber jú ikki til at skatta ein reiðara av ogn hjá øðrum. Tí er uppskotið hjá Karsteni ikki í tráð við galdandi lóg, vísir Vilhelm Johannesen á.
At Toll- og Skattaráðið ikki metir vinning av loyvissølu sum inntøku, kemst av, sigur Vilhelm Johannesen, at Ráðið heldur loyvini vera ogn, og ognarskatt hava vit ikki í Føroyum.
?Jú, tað er ogn, má eg enn einaferð ásanna, sigur hann. Men ogn hjá Føroya fólki.
So alt í alt er hetta málið so fløkt, at eingin fær skil á tí. Hvørki embætismenn ella politikarar, sigur Vilhelm Johannesen, sum heldur, at tað er tíð uppá, at Jørgen Niclasen kemur við tí fráboðaðu broytingini í lógini um vinnuliga fiskiskap, sum skal steðga hesum hurlivasanum.