Frensurin bleiv fullur

Frensurin fór at vingla og datt, og orsøkin var heldur óvæntað

- Okkara lítli fressur bleiv fullur í gjárkvøldið. Hann gekk og vinglaði og datt niður, tá hann hoppaði upp á okkurt.



Soleiðis greiðir ein kvinna í Suðuroy frá á Facebook nú um dagarnar. Hon helt, at frensurin hevði etið onkran mat, sum hann reageraði upp. Millum annað hevði kvinnan sæð frensin við einum petti av reyðkáli í munninum. Men tað var neyvan orsøkin.

 


- Í morgun tosaði eg við djóralæknastovuna, og tað er ógvuliga sannlíkt, at frensurin er eitraður av onkrari plantu, skrivar kvinnan.

 

- Eg haldi, hann hevur etið av Brennandi Kerligheit, tí plantan lá á radiatorinum. Frensurin hevur opinbart hálað hana niður úr vindeyganum, og tað, sum eg ikki visti, var, at hon er sera eitrandi. So hon fór í skrell.

 

- Tað sær út til, at vit eru heldig at fressurin er á lívi, skrivar kvinnan.

 

Hon heitir á kettueigarar um at kunna seg um eitrandi plantur inni á heimasíðuni giftigeplanter.dk