Friðarætlan skal á borðið nú

Fyrrverandi amerikanski uttanríkisráðharrin, James Baker, sigur, at tann ætlaða altjóða friðarætlanin fyri Miðeystur eigur at verða løgd fram sum skjótast. 
Baker, sum var uttanríkisráðharri í stjórnini hjá George Bush eldra, sigur í samrøðu við sjónvarpið ABC, at friðarætlanin, sum ST, ES, USA og Russland hava gjørt, skal á borðið sum skjótast. Samstundis skulu teir einstøku partarnir fáa at vita, at undantøk og treytir verða ikki góðkend, segði hann. Sjálvur helt Baker, at kríggið ímóti Irak er eitt gott grundarlag fyri komandi samráðingum um frið millum ísraelsmenn og arabarar. 
Friðarætlanin ber millum annað í sær, at palestinar skulu hava sítt egna ríki í seinasta lagi í 2005, men ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, hevur sagt, at hann vil hava minst hundrað broytingar í ætlanini.