Friðarligir Elvisáhoyrarar

.

Um vikuskiftið var stórur dansur í Hvalba við norska Elviseftiraparanum, Kjell Elvis, og øðrum. Hóast nógv fólk var í dansi, var ógvuliga friðarligt. Løgreglan í Suðuroy varð als ikki kallað út um vikuskiftið.

Á løgreglustøðini taka tey hetta sum eitt tekin um, at tað fyribyrgjandi arbeiðið, løgreglan har ger, hevur eydnast. Sum heild heldur løgreglan tað vera friðarligt í Suðuroynni.

Sami friðurin, sum í Havn og í Suðuroynni, hevur eisini valdað kring restina av landinum um vikuskiftið. Løgreglan hevur ikki havt tað nógva at gjørt, út yvir vanligu eftirlitskoyringina. Kanska er tað heystfjallgongan, ið ger, at fólk ikki hava orku til at fara út at leika í um næturnar fyri tíðina?