Meðan Klaksvík var størri enn nakrantíð áður, var fólkatalið í Havn munandi minni fríggjakvøldið, og hetta sást aftur í aktivitetinum á løgreglustøðini í Jónas Broncksgøtu. Fríggjakvøldið gjørdist stak friðarligt í Havn.
Av løgreglustøðini verður sagt, at sera fá fólk vóru í býnum, og at løgreglan ikki var boðsend til nakað alla náttina.