Friðarligt nátt hjá løgregluni

Leygarnáttin hevur verið ein av teimum friðarligu hjá løgregluni.

 

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at púrt einki er komið í bókina í nátt.

 

– Teir sum hava verið úti í nátt søgdu enntá, at á onkrum av skeinkistøðunum var alt fólkið farið áðrenn afturlatingartíð, so her er einki at skriva heim um, sigur hann.