Næmingarnir í Hoydølum høvdu sín skulkidag í dag, og stórur munur var á degnum i dag, og so tí, sum varð upplivdur í Hoydølum herfyri, tá herverk varð framt og tveir næmingar vórðu skuldsettir av politinum.
Tey høvdu skipað seg væl, og ein nevnd var sett at fyriskipað degnum. Tey høvdu líkafram eitt slagorð: Make Love not Herverk!
Helena Dam á Neystabø, skúlastjóri á Handilsskúlanum, var ógvuliga væl nøgd við, hvussu vitjandi næmingarnir uppførdu seg.
- Hetta var nakað, vit her á skúlanum høvdu tosað um framman undan. Soleiðis, sum tað gekk fyri seg í fjør, kunnu vit ikki standa modell til, og tað hava vit tosað við okkara næmingar um, sigur Helena Damá Neystabø.
Eisini formaðurin í næmingaráðnum í Hoydølum, Jóhan Bech Húsgarð, var væl nøgdur við, hvussu næmingarnir uppførdu seg.
- Nú hava vit eina kollektiva hóttan hangandi yvir okkum, og tað er ikki í lagi at fremja herverk. Tí vórðu vit samd um at skapa ein friðarligan dag, har vit tó hava hildið fast við at vitja á øðrum skúlum. Hesaferð tó uttan herverk, sigur Jóhan Bech Húsgarð.
Tað vóru glaðir næmingar, ið hugnaðu sær saman við lærarum og næmingum á Handilsskúlanum, og friðar karamellur og skúmfidusar vórðu býttir út til øll, eisini umboðini frá portalinum.