Umboð fyri stjórnina og teir muslimsku uppreistrarmenninar í Filipsoyggjunum skrivaðu í dag undir ein sáttmála, sum skal fáa enda á borgarakrígnum í Mindanao-økinum har suðuri í landinum.
Tað eru næstan 40 ár, síðani muslimar har suðuri í landinum byrjaðu stríðið fyri einum sjálvstøðugum landi, og hesi árini hevur stríðið kravt næstan 150.000 mannalív.
Í seinastuni hava partarnir tingast um frið, og fyrrapartin skrivaðu forsetin, Bengino Aquino, og leiðarin fyri uppreistrarrørsluni MILE, Murad Ebrahim, undir ein friðarsáttmála. Eftir sáttmálanum fáa landspartarnir har suðuri í landinum, har yvirhøvur muslimar búgva, eitt ávíst sjálvstýri, og øll viðurskifti skulu avgreiðast í seinasta lagi í 2016.