Tey 22 londini í Arabisku Samgonguni umrøddu ta spentu støðuna í Miðeystri á fundi í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo í gjár, og sum væntað samdust tey um eina yvirlýsing,. ið fordømir ísraelsku álopini á Libanon, tí tey eru í stríð við altjóða lóg og reglur.
Men semjan um at fordøma Ísrael merkir ikki, at tey arabisku londini draga eina línu í hesum máli. Meðan Egyptaland, Saudiarabia og Jordan hava funnist at Hizbollah, tí felagsskapurin hevur burturflutt ísraelskar hermenn, geva onnur lond Ísrael alla skyldina av støðuni.
Aðalskrivarin í Arabisku Samgonguni, egyptin Amr Moussa, royndi eisini at sigla millum skerini, tá hann røðu á fundinum í Kairo.
Summir av pørtunum hava arbeitt ímóti friðarætlanini, og aðrir hava roynt at jarða hana, segði hann.
Amr Moussa legði afturat, at í løtuni er einki lív í friðartilgongdini, og at stríðið ímillum Ísrael, palestinararnar og grannalondini kann einans loysast í ST-trygdarráðnum.