Næsta ættarliðið av fremmandum í Keypmannahavn sigst standa aftanfyri ófriðin og eldásetingina á Nørrebro í kvøld Eftir at tað leingi hevur verið friðarligt, er ófriður kyknaður á Nørrebro í Keypmannahavn í gjárkvøldið og aftur kvøld. Sambært løgregluni sigst tað vera næsta ættarliðið av fremmandum í Keypmannahavn, sum eru upphavið til ófriðin, eldásetingina og at tað verður kastað við steinum, sum verða tiknir úr gongubreytunum.
Brandliðið noyddist í fyrsta umfari at taka seg aftur, tí ágangurin var so stórur ímóti teimum. Løgreglan varð boðsend, og sambært Ritzau tíðindastovuni fer brandliðið ikki til verka aftur, fyrrenn løgreglan hevur veitt trygd fyri, at hóttanin ímóti brandliðnum er burtur.
Ófriðurin og eldásetingarnar eru í Stengade, Blågårds Plads og á Nørrebrogade. Bilar og bingjur standa í ljósum loga.
Orsaka av ófriðinum eru leiðirnar hjá fleiri bussum í danska høvuðsstaðnum broyttar í kvøld.