Leygardagin var ein serstøk løta á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn.
Tá fekk hotellið handaðar tvær christianiasúkklur, sum fólk, ið búgva á hotellinum kunnu brúka.
Hugskotið eigur Frida Solbjerg Augustinussen, ið er umboð í foreldrabólkinum hjá Krabbameinsfelagnum og partur av Team Rynkeby Føroyar liðnum í ár.
Sonur teirra, Jónhard, hevur verið í krabbameinsviðgerð.
Síðani 2018, tá familjan flutti heim aftur til Føroya, hevur tað at skaffa eina súkklu til sjúklingahotellið verið ynski og hjartamál hjá Fridu.
Í samstarvi við Team Rynkeby Føroyar og Ítróttarfelagið Treysti kom hon á mál.
– Vit eru ógvuliga takksom fyri hesa gávuna, sigur Lene Hallig, leiðari á Sjúklingahotellinum.
– Tað hevur verið saknur í hesum møguleikanum, sigur hon.