Andstøðuflokkurin hjá Nobelvinnararnum Aung San Suu Kyi sigur seg hava fingið heili 80 prosent av atkvøðunum á valinum í Myanmar. Stjórnarflokkurin, sum hevur havt stuðul frá herinum ásannar, at teir hava tapt valið.
Hetta er fyrstu ferð síðani 1990, at eitt frítt val hevur verið hildið í Myanmar. Tað ferðina vann flokkurin hjá Aung San Suu Kyi eisini, men áðrenn flokkur hennara kundi taka við valdinum, gjørdi herurin eitt stjórnarkvett. Aung San Suu Kyi hevur síðani sitið í húsavarðhaldi meginpartin av tíðini.
Stjórnarleiðarin Htay Oo ásannar, at flokkurin hevur tapt valið og lovar, at teir viðurkenna úrslitið hesa ferð.
Tó at andstøðuflokkurin nú vinnur valið, sleppir herurin ikki heilt valdinum. Herurin hevur ein grundlógartryggjaðan rætt til 25 prosent av limunum í tjóðartinginum, og gevur hetta teimum í høvuðsheitum vetorætt um allar grundlógarbroytingar. Ein onnur áseting í grundlógini forðar eisini Aung San Suu Kyi at gerast forseti.
Aung San Suu Kyi fekk friðarheiðursløn Nobels í 1991.