Tað stóð ikki skrivað sum yngri, at Fróði Benjaminsen sum 36 ára gamal skuldi koma upp á 83 landsdystir. Hann hevur fyrr luftað tankan um at gevast, men aftur hesa ferð er Fróði Benjaminsen fyrsta navnið á taktikkalvuni hjá einum føroyskum landsliðsvenjara.
Hoyr samrøðuna við Fróða Benjaminsen við at trýsta á pílin undir myndini
- Hevði tú spurt meg fyri nøkrum árum síðani, so hevði eg ikki trú at eg fór at spæla landsdyst nummar 83, sigur Fróði Benjaminsen, sum á fyrsta sinni var úttikin til landsliðið í 1999.
84?
Heldur Fróði Benjaminsen fram at spæla, so er sannlíkt at hann eisini spælir landsdyst nummar 84, tá føroyska landsliðið spælir í Rumenia í mars mánaði. Hesa støðuna hevur toftamaðurin tó ikki tikið støðu til enn.
- Nú fari eg fyrst at spæla hendan dystin. Eg havi ikki tikið avgerð til komandi kappingarár, men Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava dugað væl at yvirtalað meg til at halda fram higartil, sigur Fróði.