Í hesum døgum er skeið á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya í føroyskum máli og bókmentum fyri studentar úr hinum norðurlondunum. Tilsamans eru 26 studentar á skeiðinum.
Frálæran í máli fer fram í tveimum bólkum, ? ein bólkur er fyri byrjarar, og ein fyri lesandi, ið hava kunnleika til føroyskt frammanundan. Málsligi parturin umfatar mállæru, gjøgnumgongd av tekstum og royndir.
Í bókmentaliga partinum verður eitt úrval av tekstum eftir nýtímans føroyskar høvundar lisið ? frá Williami Heinesen til í dag. Umframt verður undirvíst í kvæðum og dansi.
Fyrilestrar eru eisini um føroyska náttúru, søgu og samfelagslív.
Lærarar á norðurlendska skeiðnum eru Anfinnur Johansen, mag. art., Eivind Weyhe, mag. art., Hans Pauli Strøm, samfelagsfrøðingur, Hjalmar Petersen, mag. art., Jákup Thorsteinsson, dr. phil., Lena Reinert, stud. mag., Lis Mortensen, náttúrufrøðingur, Malan Marnersdóttir, ph.d., og Turið Sigurðardóttir, mag. art. og skeiðleiðari.
Tey luttakandi á skeiðinum fáa eisini høvi at vitja á fornminnissøvnum, og útferðir verða gjørdar til søgulig og náttúruvøkur støð.
Norðurlandaráðið hevur tikið stig til skeiðið og fíggjar tað. Tað verður hildið annað hvørt ár og hetta er níggjunda skeiðið. Skeiðið byrjaði 27. mai og endar 19. juni við roynd.