Frøi í Liverpool: Van Dijk næstan klárur aftur

Van Dijk, ið var ein av lyklunum til meistaraheitið í 2020, er næstan klárur aftur.

Liverpool máttu í undanfarna kappingarárið stjørnuspælaranum í miðverjuni, Virgil Van Dijk, fyru uttan. Hann bleiv nevniliga álvarsliga skaddur í dysti móti Everton í oktober í fjør. Nú er hann skjótt klárur aftur

 

Van Dijk, ið var ein av lyklunum til meistaraheitið í 2020, er næstan klárur aftur. Týski Liverpool venjarin, Jurgen Klopp, vónar at hava verjukempuna klára til vinardystin ímóti Hertha Berlin hósdagin.

 

 

 

 – Eg eri ikki vísur í tí, men vóni inniliga, at Van Dijk fær nakrar minuttir í beinini hósdagin. Hann hevur verið væl við í venjingunum, men eg mangli enn eina váttan frá læknatoyminum.

 

Harumframt vísir Klopp á, at partnarin hjá Van Dijk í miðverjuni, Joe Gomez, eisini verður skaðaleysur skjótt.