Froja & Sarah senda heilsan

MGP-stjørnurnar Froja & Sarah gleða seg til at syngja fyri føroyskum børnum

Fríða og danska Sarah eru vinkonur og hava saman bólkin Froja & Sarah. Fyrr í ár luttóku tær í MGP kappingini í Danmark og blivu nummar 3 í kappingini.

Nú koma tær til Føroya at framføra. Tær fara at hava konsert í Silvalandi bæði hósdagin og leygardag.

Froja & Sarah eru sera spentar at syngja fyri føroyskum børnum. Tær hava júst innspælt ein nýggjan sang, sum tær fara at syngja, og tær framføra sjálvandi eisini MGP-sangin.

Omanfyri ber til at síggja videoheilsan frá Froja & Sarah.