Innflytarafíggindaligi flokkurin í Frankaríki, Front National, fær stóra framgongd á landspartavalinum í Frankaríki í dag.
Tað vísa kanningar, sum gjørdar eru á valstøðunum beint eftir klokkan 20 í kvøld. Fronsku veljararnir hava í stórum talið sett kossin við høgravíðgongda flokkin.
Kanningarnar vísa, at Font National liggur á odda í seks av teimum 13 landspørtunum. Á landsplani liggur flokkurin til at fáa ímillum 27,2 prosent og 30,6 prosent av atkvøðunum.
Franska tíðindastovan AFP skrivar, at flokkurin ongantíð fyrr hevur fingið so stóran stuðul. Fær eingin flokkur meira enn 50 prosent av atkvøðunum í einum landsparti, verður umval millum tveir teir fremstu flokkarnar við seinna valumfar, sum verður 13. desember.
Front National, sum er innflytarafíggindaligt og kritiskt mótvegis ES, hevur sambært Reuters millum anna økt sín stuðul vegna flóttafólkakreppuna, sum hevur plágað alt Evropa seinastu tíðina.
Eisini yvirgangsatsókni 13. november í Parsís hevur sambært greinarum Jerome Fourquet givið Front National fleiri atkvøður.