Í kvøld klokkan 19.3o verður konsert í Listaskálanum, har Tórshavnar Kamartrio og Duo Prima Vera fara at spæla.
Millum annað verður frumframført føroyskt verk, sum Pauli í Sandagerði hevur gjørt til orð hjá Christiani Matras.
Verkið ber heitið »Nú er várt ljós sum lyktarljós.«
Pauli í Sandagerði skrivaði verkið, sum Tórshavnar Kamartrio fer at framføra, til ferð teirra í Grønlandi á páskum í ár.
Tórshavnar Kamartrio er mannað av Berghild Poulsen, sopran, Bjarna Berg, klarinett og Árna Hansen, klaver.
Sum vera man verður eisini jólatónleikur at hoyra í Listaskálanum í kvøld.
Og tað er rættiliga fjølbroyttur jólatónleikur, Tórshavnar Kamartrio fer at spæla.
Duo Prima Vera fer eisini at luttaka á konsertini í Listaskálanum í kvøld.
Tey bæði, sum manna hesa duo, eru Monica Strauss, violin og Stamen Stanchew, klaver.
Duo Prima Vera spælir tónleik hjá so kendum monnum sum Mozart og Corelli.