FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Á Fiskavirking á Tvøroyri ætla tey ikki at helma í fyrr enn fríggjadagin, 20. desember.
Bjarni Hansen, virkisleiðari, sigur, at øll skipini eru úti, og tað merkir, at arbeiðsfólkið kann vænta sær eitt ávíst trýst undan jólum.
- Men hetta er tað vanliga undan jólahøgtíðini, sigur hann.
Fyrstur inn at landa verður helst djúpvatnstrolarin, Rankin, sum ætlandi kemur nú hósdagin. Í hvørji røð, hini skipini annars koma, dugir Bjarni ikki at siga í løtuni.
Landaðu fyri Fiskamarknaðin
Í síðstu viku løgdu tveir djúpvatnstrolarar og tvey garnaskip veiðina upp á Tvøroyri.
- Brestir var inni við 120.000 pundum og Steintór við 104.000 pundum. Teir høvdu fleiri sløg av fiski, eitt nú tosk og upsa. Vit landaðu eisini garnaskipini, Nim og Ólav Hvíta, sum høvdu umleið 14.000 pund av havtasku í part.
Bjarni sigur, at teir landaðu hesi skipini fyri Fiskamarknaðin og keyptu ein part av veiðini. Onnur virkir keyptu eisini.
- Tað er vanligt, at virkir landa fyri Fiskamarknaðin og keypa sjálvi tað, sum tey hava brúk fyri ella kunnu fáa fatur á i kapping við aðrar, sigur hann.
Frystur svartkalvi
Hesa vikuna hava tey arbeitt frystan svartkalva á Tvøroyri, og tað gera tey av og á, skilst.
Spurdur, hvaðani hesin fiskurin kemur, sigur Bjarni, at hetta er frystur svartlakvi, sum tey hava keyp frá útlendskum skipum.
- Tað er ikki soleiðis, at vit frysta svartkalvan, sum føroysku ísfiskaskipini koma við; hann verður beinanvegin skorin til flak. Men av og á keypa vit frystan svartkalva frá útlendskum skipum. Hesin verður so framhaldandi frystur og er góður at taka til, tá ið minni er av øðrum. Á henda hátt fylla vit tey »tómrúmi«, sum kunnu stinga seg upp og framvegis hava støðugt arbeiði til fólkið.
Bjarni Hansen sigur, at tað ber væl til at tiðna svartkalva uppaftur og skera hann til flak.